Enn einaferð hevur ein CEF-samgonga klovið Føroyar í tvíningar. Miðstaðarpolitikarar vilja seta tiltøk í verk ímóti Russlandi, sum kunnu fara at raka vinnulívið og verkafólk í útjaðaranum. Landnyrðingsføroyar eru tí spentar nú undan 3. viðgerð uppá, hvussu serliga tveir lyklapolitikarar atkvøða: Eirikur í Jákupsstovu í Tjóðveldi og Hanna Jensen í Framsókn.
Eirikur í Jákupsstovu var maðurin, sum fekk bæði sín egna flokk og Javnaðarflokkin at útskjóta boykottið av Russlandi, sum onnur valevni annars høvdu meldað út undir valstríðnum. Grundgevingin tá var, at uppskotið var ov illa fyrireikað.
Nú standa vit aftur við einum illa fyrireikaðum uppskoti, ið er bygt á skeivleikar, og einum Landsstýri, sum ynskir sær at seta tiltøk í verk, hóast hesi ikki eru væl grundað. Eirikur í Jákupsstovu atkvøddi fyri at geva uttanríkismálaráðharranum heimild við 2. viðgerð, og tí er ikki ósannlíkt, at hann eisini ger tað við 3. viðgerð, men hugsast kann, at hann síðani fer at royna at ávirka landsstýrismannin til at seta bleytari tiltøk í verk og í øllum førum at virka fyri at fáa fiskiveiðusáttmálan longdan í eitt ár, tí hetta málið bar hann inn um tinggátt á valinum.
Málið er eisini eitt ideologiskt mál um fólkaræði og um, hvussu stórt vald fólkavalda Løgtingið skal hava í mun til útinnandi valdið. Her hevur Hanna Jensen víst seg at vera milt sagt skeptisk mótvegis ætlanunum hjá samgonguni. Hanna Jensen var í tinginum til 2. viðgerð, har hon vísti sín skepsis, men var ikki við til sjálva atkvøðugreiðsluna, tí hon hevði eina clearingsavtalu við sambandsflokkin. Tí er framvegis spennandi, um hon stendur við sítt og atkvøðir ímóti ella bakkar.
3. viðgerð av sanktiónsheimildini er á skránni sum pkt. nr. 2 á løgtingsfundinum, ið byrjar kl. 11.


