Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Var tað tilvitað at ÍSF ikki valdið nýggjar dómarar?

John William Joensen

Tað virkar sum manipulatión tá man bevíst letur vera við at velja nýggjar dómarar til ítróttardómstólin, sigur Bjørn á Heygum, advokatur

Tá ítróttardómstólurin hjá ÍSF fór undir viðgerina av nógv umtalaða HB málinum, vísti Norðlýsið á at meirilutin í ítróttardómstólinum (tríggir dómarar) ikki vóru valdir av nýggjum, sum lógin hjá ítróttarsambandinum annars krevur.

Hetta váttaði skrivstovan hjá ÍSF eisini fyri Norðlýsinum, men hóast vit royndu fleiri ferðir at koma á tal við forsetan í ÍSF, so eydnaðist hetta okkum ikki.

Forkvinnan fyri ítróttardómstólinum vildi als ikki svara, tá vit spurgdu hana um dómstólurin var greiður yvir at meirilutin av dómarunum als ikki vóru valdir.
– Hetta er ein spurningur sum ÍSF má svara, var einasta viðmerkingin frá Anju Hovgaard. 

Anja Hovgaard vildi heldu ikki viðmerkja nakað um ivaspurningarnar sum vóru reistir kring gegnið hjá limunum í dómstólinum. Ein av limunum í dómstólinum er jú limur í HB men hóast hetta metta dómstólurin at hann ikki var ógegniður.
Norðlýsið vísti á at ein av føstu limunum í dómsnevndini hjá FSF trekti seg júst tí at hann var limur í HB og metti seg tí at vera ógegniðan, men hetta hevði forkvinnan onga meining um.

Bjørn á Heygum: Ein kann spyrja hví
Norðlýsið hevur eisini tosað við stjørnarlimir í ÍSF um spurningin um hví dómstólurin hjá Ítróttarsambandinum ikki mátti veljast av nýggjum áðrenn hann viðgjørdi HB málið, men stjørnarlirmirnir vísa allir til formannin í ÍSF, sum altso ikki enn hevur verið tøkur hjá okkum at spyrja.

Men ein av fremstu løgfrøðingum í landinum, sum m.a. var við til at smíðja føroysku stýrisskipanina, sum er lógargrundarlagið undir Føroya Landsstýrið, sigur at tað er eingin ivi um at spurningur kann setast við hví dómstólurin ikki skuldi veljast av nýggjum.

– Tað er sera umráðandi at felagskapir, sum ÍSF, viðra sínar egnu lógir og tað virkar tí sum manipulatión tá man bevíst letur vera við at velja nýggjar dómarar til ítróttardómstólin.

– Tá dómstólurin fer undir at viðgera prinsipiel mál uttan at man respekterar tær reglugerðir, sum eru fyri dómstólin er tað sera óheppið og lítið álitisvekjandi, sigur Bjørn á Heygum.

Avgerðin stendur við
– Hinvegin so situr dómstólurin til ein nýggjur er valdur tí tað ber ikki til at vera í eini støðu har ein ongan dómstól hevur.

– Men tað stendur fast út frá reglugerðini hjá ÍSF at stjørnin átti at valt nýggjar dómarar, men hetta valdu teir so ikki at gera hóast farið var undir at viðgera prinsipilelt mál.

– Tí kann ein av røttu spyrja um tað var tilætlað at reglugerðin fyri dómstólin ikki var fylgd.

– Í øllum førum er hetta sera óheppið fyri dómstólin, men sum sagt so broytir tað ikki avgerðina hjá dómstólinum tí í praktiska lívinum kann ein jú ikki hava nevndir sum eru ómannaðar.

– Men eftir stendur so spurningurin um tað var tilatlað at dómstólurin ikki bleiv valdur av nýggjum, sigur Bjørn á Heygum.