Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Var við til at byggja spinnaríið

Kristinbjørg Høgnesen og Sveinur Ísheim Tummasson:

Stubbi úr endurminningum eftir Christian Høgnesen, Christian úti á Oyri. (G.G.: Í blaðnum í síðstu viku stóð Oliver Joensen sum rithøvundur. Hetta er ikki rætt. Tað eru tey bæði Kristinbjørg Høgnesen og Sveinur Ísheim Tummasson ið hava skriva upp eftir Christian Høgnesen, so tætt til talumál hansara sum gjørligt)

Havnarmaðurin Sveinur Ísheim Tummasson hevur lagt lunnar undir  endurminningar hjá Christiani úti á Oyri. Hetta er øðrvísi søguskriving, enn vit vanliga síggja og kann í grundini sigast at vera søga av manna munni. Sveinur hevur skrivað niður, so hvørt sum pápi mín, Christian hevur sagt frá. Hetta er søga úr sjónarhorninum hjá meiniga manninum Christiani úti á Oyri, ið livdi og virkaði alt sítt langa lív sum jarðarbrúkari á Oyri og sum útróðarmaður og hondverkari í Klaksvík. Christian var føddur á Oyri í 1922 og andaðist í 2018.

 

Christian úti á Oyri sigur soleiðis frá einum degi undir krígnum, meðan spinnaríið stóð í gerð

Vit stoyptu vindeygu undir krígnum. Tað gekk so illa at fáa tilfar, men sement fingu vit. Tað kundi vera, at skipið var seinkað, og sementið gekk undan, men tað treyt ikki sement undir krígnum. Skerv og sand høvdu vit sjálvir. Viðartrotið gjørdi, at vit fóru at stoypa vindeygu. Eg kom í byggivinnuna fyri kríggið, men undir krígnum arbeiddi eg nakað. Eg kann nevna, tá ið spinnaríið hjá Kjølbro bleiv bygt. Tað mundi vera fyrra partin undir krígnum. Eitt veldiga stórt hús. Óla Hans á Biskupsstøð var byggimeistari, og hann hevði gott fólk aftur at sær. Pól Jóhan á Uppsølum var ein og beiggi hansara Sakaris á Uppsølum, teir vóru góðir húsasmiðir. Ikki at gloyma Ebba á Gørðum, hann var svágur teirra. Tað húsið stendur har í dag. Tað var nógv arbeiði at gera tað húsið. Tað er alt úr betong, veggir og gólv og loft, ja, vindeygakarmarnir við. Eg kom at arbeiða har, og tá ið tað kom til vindeyguni, varð tann avgerð tikin, at Ebbi á Gørðum skuldi fara undir at stoypa vindeygakarmarnar, tí tað var einki timbur at fáa. Hann bað so meg aftur at sær. Ebbi á Gørðum var ein hampamaður, og honum lærdi eg nógv av. Formar skuldu gerast, og alt skuldi snikkast til, so at karmarnir kundu stoypast og postarnir við. Eg var sum ein hjálparmaður hjá honum, og tað var eitt framúr gott handverk, sum eg har lærdi. Vit stoyptu øll vindeyguni í tí stóra húsinum. Har eru tvær høgar hæddir. Vindeyguni standa í enn tann dag í dag. Húsið er stongt og verður ikki brúkt til nakað. Eg havi ikki hoyrt um, at vindeygu eru stoypt, uttan til tað húsið.

Eg hevði áhuga fyri handverki, og tað sum eg lærdi frá teimum monnunum, sum eg her havi nevnt, tað kom mær væl við seinni í tíðini. Sakaris mundi hava lært til snikkara, tí hann gjørdi nógvar trappur, og tær eru ofta bogaðar ymsar vegir, og tað vóru ofta boð eftir honum til sovorðið serstakt arbeiði.

 

Ein arbeiðsdagur á spinnarínum

Eg minnist, tá ið eg arbeiddi á spinnarínum, tá gekk ein gøtubátur burtur út fyri Borðoyarnesi. Teir høvdu verið útrógvnir og vóru á veg til Gøtu. Eg havi hoyrt, at klokkan hjá formanninum á bátinum var steðgað, og hann hevði ikki lagt tað til merkis. Av teirri grund kom streymurin ikki at passa. Hann helt, at Hálsíðan skuldi ikki verið útkomin, men tað var, hvat hon var. Pól Kristoffur, sum var formaður á bátinum, hann var ein skilamaður og gløggur á streymi og til at skyna á veðri. Klokkan hevði forført hann. Ein livdi til at siga frá.

Ein annar gøtubátur var um somu leið, men eitt sindur aftaná. Hann var ikki longri burtur enn so, at teir sóu væl hendan bátin, sum gekk burtur, og teir komu beinanvegin fram á hann, tá ið hann var fyltur við sjógvi. Teir høvdu fingið eitt brot. Teir vóru fýra, men teir fingu bara ein aftur. Teir fingu Pól Kristoffur og ein annan aftur sum lík, og hin sóu teir, men tá fingu teir sjálvir eitt brot, motorurin steðgaði, og teir sluppu ikki til hendan mannin. Motorurin var so mikið heitur, at hann tornaði skjótt aftur, og teir fingu hann skjótt ígongdaftur, men tá sóu teir ikki mannin aftur. Fyri at koma úr tí vandanum, teir nú vóru komnir í, máttu teir venda útaftur, sigla til havs og eystur um tað óslætta. Eg segði, at eg arbeiddi á spinnarínum, og eg síggi, at nú kemur ein bátur heim eftir Borðoyarvík. Tá vóru ikki útróðrarlíkindi uttanfyri, tá var sjaskveður inn í víkina, so eg fekk beinanvegin illgruna um, at her var ikki rætt vorðið. Eg sá, at hann legði at á Oyri. Eg hugsaði mítt, men visti einki. Eg setti meg upp á súkkluna og fór til Oyrar at vita, hvat hetta var fyri nakað. Pápi hevði sæð bátin eisini, og hann hevði eisini droymt náttina fyri um hesa vanlukku. Pápi segði við meg, tá ið eg fór til arbeiðis: Far tú bara til arbeiðis, men hetta verður ein vanlukkudagur. Pápi nevndi ongantíð fyri mær, hvat hann hevði droymt. 

Tá ið eg kom út, bóru teir tað seinna líkið úr bátinum og niðan í neystið. Pápi og Pól Kristoffur kendust væl og vóru vinmenn. Hann hevði nokk staðið á gáttini, tá ið báturin kom heimfyri, og teir høvdu veittrað til hansara, so hann var fyri teimum, tá ið báturin legði at. Teir høvdu breitt seglið niður yvir líkini. Pápi segði, at hann sá innundir, seglið fjaldi teir ikki heilt, og hann kendi Pól Kristoffur  undan seglinum øðrumegin. Hann kendi hann beinanvegin, honum nýttist ikki at spyrja, hvør tað var, sum har lá. Báturin bleiv drigin upp á land, og pápi beyð øllum monnunum niðan til hús. Teir vóru tungir í huga og syrgnir. Tað bleiv lítið talað. Eg fekk ikki meir við, tí eg fór inn aftur til arbeiðis. Tað kom so illa við, og tað var so sorgarfult at síggja, og tá ið vit fingu at vita, hvussu illa teir høvdu verið fyri, tað bleiv mestsum tøgn millum fólk. Eg minnist, at onkur hevði á orði, at klokkan hjá hinum monnunum á tí aftara bátinum, hon mundi ikki hava staðið, men eg havi hoyrt, at Pól  Kristoffur var sovorðin skilamaður, at teir ivaðust ikki í, at hann sigldi ta røttu leiðina inneftir. Teir søgdu, at teir hildu, at Pól Kristoffur var tann besti skilamaðurin, at tá ið hann helt hesa leiðina vera besta at sigla, so ivaðust teir ikki í nøkrum. Teir góvu ikki umstøðunum gætur.