Eftir at hava lurtað eftir orðaskiftinum um fiskivinnuna í Torravikuni, so vóni eg at fólk skilja hví eg sum løgmaður ynskti eina breiða og varandi semju um okkara høvuðsvinnu. Eina semju, sum vinnan eisini kendi seg eiga lut í.
Tað hevur ongantíð verið meira átrokandi enn júst nú, at vit finna breiðu semjuna, tí enn veit eingin í vinnuni hvat tey hava at fyrihalda seg til. At samtykja grundleggjandi broytingar við minst møguligum meiriluta í Løgtinginum hevur sent vinnuna út í ongamannaland har eingin veit hvørjar treytirnar eru ella hvørjar spælreglur verða galdandi í framtíðini.
Men orðaskifti í Skúlanum á Skúlatrøð vísti, at breiða semjan er fyri stavn.
Tað eru fýra broytingar sum neyðugt er at gera og tær eru ikki so kompleksar at øll ikki kunnu skilja tær.
Eg síggi fyri mær eina einklari skipan har 10 til 15 % verða seld á opnari og fult gjøgnumskygdari uppboðssølu.
Vit seta eina umsitingarætlan í verk fyri fiskastovnarnar, eftir sama leisti, sum gjørt var í 2011.
Tilfeingisgjald verður ásett eftir somu prinsippum, sum sett vórðu í gildi í 2011, sum enn eru galdandi, men sum kostaðu okkum samgonguna við Fólkaflokkin.
Fiskidagar til blandingsfiskarí, t.v.s. eingin kvotaskipan fyri botnfiskin undir Føroyum.
Fólkið og vinnan eru troytt av fastlæstu politisku støðuni, sum heldur vinnuni frá at gera íløgur í framtíðina.
Eg eri sannførdur um at í minstalagið tríggir av stóru flokkunum saman við smærru flokkunum kunnu finna saman um hesa leiðina. Men tað krevur at politisku oddfiskarnir tora at hyggja hvønn annan í eyguni og saman seta út í korti og gera politisku skipanini greitt at hetta er kósin inn í framtíðina.
Politiska støðan tykist tó at verða so mikið fastlæst, at neyðugt verður við einum løgtingsvalið áðrenn skipanin megnar at finna saman um eina breiða og varandi politiska semju um fiskivinnuna.
Kaj Leo Holm Jóhannesen,
løgtingslimur og
fyrrverandi Løgmaður




