Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Várið vøkur ársins tíð

Oliver Joensen

Ferðast tú í náttúruni hesa tíðina av árinum, og hevur eygu og oyru við tær, so er ørgrynna av upplivingum at fegnast um.

Minnist at Robert Joensen, sáli einaferð segði, at hann, sum ikki hevur ró fram við landi í Føroyum eitt gott summarkvøld, veit ikki hvar Føroyar hava at bjóða.
Tá vit vóru svínoyartúrin Dýra Biðidag, høvdu vit sum kunnugt myndatólið við og tóku einar 500 myndir.
Her er eitt úrval av stemningsmyndum og fuglameingi vit sóu á túrinum. Legg eisini merki til kópin og teir tríggjar skarvarnar á tí eini myndini. Ikki kann sigast annað, at eisini litirnir í klettinum eru vakrir og dragandi.