Í øllum meldrinum av tiltøkum í Klaksvík komandi vikuskifti, verður eisini høvi at hoyra tónleik. Tað er musikskúlin og hornorkestrið, ið skipa fyri konsertini, ið verður hildin í skúlanum við Ósánna, leygardagin kl. 14:00.
Nakrir smærri bólkar við yngri tónleikarum og Klaksvíkar Hornorkestur framføra tónleikin. Eisini fara tey at spæla saman. Gunnar Nolsøe verður frásøgumaður, og sum skilst, kann roknast við onkrum skemti á konsertini




