Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Varpið i heimsflokki

Tekstur og myndir: Dávur Winther

Enn ein ljóðroynd var í Varpinum í gjárkvølið, saman við Orhei-Dreingjunum og Klaksvíkar Mannskóri.

Hetta 170 ára gamla kórið, sum taldi heili 96 mans, er heimskent og hevur ferðast víða um knøttin.

Kórleiðari seinastu 15 árini hevur verið Cecilia Rydinger og er ein av kendastu klassisku tónleikarunum í Svøríki. Hon fær eisini góða hálp frá Folke Alin, og er hann við til at velja tónleik og innstudera, eins og hann spælir undir til nógva av tí, ið sungið verður – Hetta hevur hann gjørt síðani 1983.

Kórið hevur ríkar siðvenju, og er sum sagt eitt kór í heimflokki. Tað var ein sonn fragd at sita og lýða á mongu og serstøku verkunum, sum í føru rættiliga kravdu, at tú legði oyra til.

Ein fantastisk uppligini – ljóðuppliving, har henda stóra og snotiliga høllin ella skálin endurgav ljóðið so ómetaliga væl. Ja, fleiri høvdu tað á orði hvussu góða ljóðgóðsku, høllin hevði.

Tað var so hugtakandi at sita og lýða á – og hugurin fór at reika. Ein æstetisk, stórbar, flott, fjálg vøkur, deilig og hábarslig høll at sita í. Og so ikki um at tala ljóðmaði kórtónleikin so vakur, kyttlaði teg í oyra, sál og sinn.

Undir hesi heildarupplivingini kundi tú eins væl sitið í Wien, Berlin ella New York. Men tú mátt minna teg á, at tú vart also í Klaksvík! Hetta gongur fyri seg her í Klaksvík – í eini høll og húsið í heimsflokki! Hetta er veruleiki!

Ein fantastisk kensla, sum tók teg á bóli – ein dreymur, sum er veruligur og hendir her og nú í tínum heimbýi, sum kann bjóða so nógvum øðrum hesa somu uppliving.

Orð eru fátøk fyri uppliving og hesi bergtakandi høll og húsi – hesum fantastiska húsi, sum kann so nógv annað enn bert hýsa konsertum, sjónleiki, tónleik ráðstenunum og so mongum øðrum. Her liggur ein stór framtíð! Her er vorpið eitt egg, lagt eitt fræ, sum bert framtíðin kann fortelja okkum um, hvussu leikur fer. Her kann bert hugflogið seta mørkini – møguleikarnir eru óendaligir.

Stuttligt at okkara fitta lítla mannskór, slapp at royna flogið saman við hesum 170 ára gomlu monnunum, ið sungu – sum Theodor Johannesen í Fuglafirði plagdi at taka til – knallandi gott.

Enn stuttligari var, at lítilátni og fitti, kórleiðarin, Daniel Rye hevði hegnislig útsett ”Herr Sinklar”, sum kórini bæði sungu so væl. Ja, eg haldi Orphei-Dreingirnir vóru hugtiknir av útsetingini, lagnum og søguni handan ”Herr Sinklar”.

Annfinnur Heinesen, pallvandur leiðari, sum hann er, ið fekk tann heiðir at fáa “nálina frá Orhei-Dreingjunum” umboði húsið, kórini og hendingarnar, ið fóru fram, frágera væl!

Ein skilagóður leiðari, sum stýrið gleða seg at arbeiða saman við!

Takk, takk – og aftur takk!

Koyr á Annfinnur – Dyrnar standa opnar!