Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Varpið keypt besta flyglið frá Steinway

Jóhann Lützen

– Hetta hevur verið ein drúgv tilgongd, sum hevur vart í eini tvey ár, har vit hava arbeitt við at keypa eitt flygul til nýggja mentanarhúsið, Varpið í Klaksvík, sigur Dávur Winther, mentanarleiðari í Klaksvíkar kommunu við morgunsendingina í Krinvarpinum.

– Vit hava keypt tað størsta og flottasta konsertflyglið frá Steinway – eitt sokallað D 274 við innbygdari Spiri R-tøkni, sigur Dávur.

Steinway Spirio er ein skipan, har tvey flygul kunnu spæla saman – skilt á tann hátt, at ein klaverleikari kann sita í Sydney og spæla á flygilið í Varpinum í Klaksvík.

Hetta gevur fleiri møguleikar, millum annað til konsertir ella undirvísing, sigur Dávur Winther, sum eisini er skrivari í Grunninum, Mentanarhús í Klaksvík, ið byggir Varpið – og sum nú keypir hetta snotiliga og spennandi flyglið.

 

 

Nýggja Steinway flygilið kostar um tvær milliónir krónur og er fíggjað við grunnum og stuðlum.