35 kvinnur og menn eru longu tilmeldaði várskeiðið í heilsufótbólti, sum er eitt tilboð til fólk 60 ár og eldri.
Mánadagin 13. februar kl. 16.00 kunnu øll, sum melda til, møta til heilsukanningar, sum eru fyriskipaðar av deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum. Hetta er ikki eitt krav, men eitt tilboð, sum vónandi fleiri velja at taka av.
Kanningin fevnir um:
– Blóðtrýst
– Vekt
– Rennitest
Kanningin verður í skúlastovuni í KÍ-høllini og aftaná verður rennitest á Djúpumýru. Tey sum ikki hava melda til, kunnu framvegis gera tað umvegis leinkjuna her: Heilsufótbóltur



