Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vatnbrunnarnir á Skála verða útbygdir

Helgi Abrahamsen

Í longri tíð hevur verið arbeitt við eini ætlan um felags vatnbrunnar fyri Runavíkar kommunu, har brunnar omanfyri Skála skulu leiða vatn tvørturum fjørðin.

Í longri tíð hevur verið arbeitt við eini ætlan um felags vatnbrunnar fyri Runavíkar kommunu, har brunnar omanfyri Skála skulu leiða vatn tvørturum fjørðin. Í mars mánaði var henda ætlan komin somikið áleiðis, at teir fyrstu droparnir runnu úr tí eina brunninum tvørturum Skálafjørðin. Men harvið var verkætlanin ikki liðug.

“Tveir brunnar skuldu gerast afturat, og bygdin á Skála skuldi eisini bindast í nýggju vatnleiðingina,” sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri. Hetta arbeiðið verður nú gjørt.

Tað var í 2011 at farið varð undir at gera hesa verkætlanina, har fyrsta stigið var at gera veg og grovplanering til brunnar við Prestá. Fyrsti brunnurin var tikin í nýtslu í mars í ár og nú verða hinir báðir brunnarnir eisini gjørdir klárir.

Samlaða verkætlanin, tá alt er liðugt, fer at kosta umleið 38 mió. krónur.

(Myndirnar eru tiknar mikudagin)