Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vatngoymslurnar á tremur í Klaksvík

John William Joensen

Hóast góðveður og turkur í næstan tveir mánaðar eru vatngoymslurnar hjá Klaksvíkar Kommunu fullar

Jóhan við Nest leiðari á vatndeildini hjá Klaksvíkar Kommunu, sigur at í 2006 byrjaðu teir at gerða støðir kring um í býnum – sum redusera vatntrýsti – og tí brúkar býurin munandi minni av vatni enn áðrenn hetta var gjørt.

– Landslagið í Kommununi er soleiðis, at stórur hæddarmunur er frá ovastu húsunum og oman til tey, sum liggja nirri í býnum.

– Úrslitið er at eisini stórur munur hevur verið á vatntrýstinum og stór økir í býnum hava havt eitt alt ov stórt vatntrýst.

– Tí var farið undir at gera sokallaðar – reduktiónsstøðir – og tær gera stóran mun – tí samlaða vatnnýtslan fyri eitt ár er minkað við tí, sum svarar til ein mánaða.

– Nú kunnu vit eisini redusera trýsti enn meira, um tað gerst neyðugt, og tað minkar mundandi um vatnnýtsluna.

– Men sjálvandi – goymslurnar eru ikki óavmarkaðar – so um turkurin heldur fram í longri tíð – so verða vit noydd at seta tiltøk í verk.

Sambært leiðaranum á Vatndeildini eru vatngoymslurnar í løtuni á tremur.