Framsókn leggur nú uppskot fram um at útseta umleggingina frá fiskidøgum til kvotur enn eitt ár. Samgongan ætlaði skiftið at vera 1. januar 2018, men í ólavsøkurøðuni bleiv tað útsett til 1. januar 2019. Nú verður so skotið upp at útseta tað einaferð afturat, til 1. januar 2020, og harvið er rættiliga greitt, at har verður onki skifti til kvotur undir hesi samgonguni.
– “Kortanei!” sigur Ruth Vang í viðtali við Kringvarpið, og tað sigur hon til at “hurra kvoturnar ígjøgnum”. Spurd um tað ikki er at seta samgonguna uppá spæl, og hvat løgmaður sigur til hetta, sigur hon, at løgmaður er so vanur við at samgongutinglimir, ikki minst hansara egnu javnaðarmenn, leggja uppskot fram uttan at venda tey við samgonguna fyrst.
Eftir øllum at døma er Framsókn blivið troytt av hinum báðum flokkunum í samgonguni. Poul Michelsen var í gjár sera bersøgin í Løgtinginum, tá tað vísti seg, at Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin vóru heldur negativir í hansara uppskoti um at einskilja Posta. Hanna Jensen úr sama flokki hevur eisini verið sagt, at hon ikki er serliga glað fyri menningarkvoturnar. Í tí málinum atkvøddi Framsókn kortini fyri 8,5% menningarkvotum, men nú Framsókn kemur við uppskoti, vilja samgongulimirnir ikki taka undir við tí.
Fiskimálaráðið orsøkin
Tað er onki at taka seg aftur í, at viðgerðirnar í Fiskimálaráðnum í sambandi við fiskivinnunýskipanina hava verið sera drúgvar. Viðgerðin av menningarkvotum dró langt út, og ikki fyrrenn í august, tá 3½ mánaður var eftir at fiska í, kom loksins úrskurður um, hvør fekk kvotu fyri 2018 og hvør ikki. Uppaftur verri stendur til við veiðigjaldinum. Í november í fjør kom uppskot um veiðigjald, men tað fall burtur í apríl í ár. Síðani gekk ½ ár, og so kom uppskot aftur á tingborð – men tað vísti seg at vera sama uppskotið, sum fall burtur. Her er sostatt onki arbeiði gjørt við veiðigjøldunum.
Somu trupulleikar eru nú aftur viðvíkjandi umleggingini frá fiskidøgum til kvotur. Hóast vit skuldu verið farin frá fiskidøgum við ársskiftið 2017/18, megnaði fiskimálaráðharrin ikki at levera. Løgmaður mátti boða frá á tingsins røðarapalli, at kvoturnar vórðu útsettar til 2019. Tað tykist heldur ikki, sum um nógv arbeiði er komið burturúr hesum eina árinum, tí nú seinasti framløgudagur er hesa vikuna, er framvegis onki uppskot um umlegging til kvotur komið.
Framsókn fingið nokk
Framsókn hevur higartil víst eitt Job’s tol við Fiskimálaráðnum, men nú er nokk. Tí hava Ruth Vang og Hanna Jensen sjálvar lagt eitt uppskot fram um at útseta skiftið frá kvoturnar til næsta valskeið.
– “Vit hava ferð eftir ferð heitt á Høgna Hoydal, landsstýrismann, um at leggja eitt slíkt uppskot fyri tingið, men tað er ikki hent enn, og tí hava vit valt at gera tað sjálvar”, sigur Ruth Vang.
Spurd um “Hví fara tit inn á málsøkið hjá landsstýrismanninum at stýra?”, svarar hon, at
– “Tað er ongin loyna, at akkurát hesin her spurningurin um kvotur ella fiskidagar hevur sera stóran týdning fyri okkum, og tað var ein klár avtala í sambandi um nýskipanina, at tað skuldi gerast eitt arbeiði, har sum man metti um fyrimunir og vansar við kvotum og fiskidøgum, og tí arbeiðinum hava vit bíðað spent eftir, og nú er seinasti framløgudagur í hesari vikuni, og enn er onki ítøkiligt komið har frá, og tí hava vit so valt at leggja fram, líkasum fyri at binda um heilan fingur, tí tað er jú soleiðis, at tá ið síðsti framløgudagur er farin, so krevjast 17 undirskriftir, og tá verður tað ofta ein spurningur um forhandling, og tí vilja vit sleppa undan.”
Hon sigur tó, at um landsstýrismaðurin kemur við einum uppskoti, so taka tær báðar í Framsókn sítt aftur. Men aftur her: Kemur tað ikki fyrrenn áðrenn seinasta framløgudag, skulu 17 undirskriftir til.
Løgmaður ikki glaður
Ruth Vang sigur somuleiðis, at løgmaður er kunnaður um, at tær hava lagt uppskotið fram, og at “løgmaður er slett ikki glaður fyri hetta”, men leggur speiskliga afturat, at løgmaður er vanur við, at fólk, eisini í hansara egna flokki leggja uppskot fram.
Men í Framsókn meta tey, at tað er neyðugt at gera hetta nú, av tí at bert góðir 2 mánaðir eru eftir, til skiftið frá fiskidøgum til kvotur skal fara fram. Ruth Vang sigur, at tey hava “strongt á og strongt á og strongt á, og hetta hevur verið á hvørjum einasta innanhýsisfundi hjá okkum í Framsókn, og hvørja einastu ferð hevur niðurstøðan verið, at landsstýrismaðurin sigur at hann arbeiðir við tí”.
– “Vissi tú spyrt hann [Høgna Hoydal], so hevur hann sikkurt ikki forsømt sínar skyldur, men hann hevur forsømt at tryggja okkum um, at hetta kemur á mál í tøkum tíma”, sigur Ruth Vang eisini, og leggur afturat, at hetta arbeiðið skuldi langt síðani verið gjørt.
Spurd um tey ikki við hesum siga samgonguna upp, svarar Ruth Vang, at tað er nokkso vítt til veggja, tá tað kemur til at leggja uppskot fram, og sipar her ivaleyst til uppskot frá t.d. Kristin Michelsen og Heðin Mortensen í løgmansflokkinum.
Høgni: “Onga viðmerking!”, men Annita: “Seinasta orðið er ikki sagt!”
Meðan landsstýrismaðurin hjá Framsókn stendur fram og stuðlar sínum tingkvinnum, vil høvuðspersónurin, Høgni Hoydal, ikki gera nakra viðmerking til, hví onki kemur úr Fiskimálaráðnum. Men Annita á Fríðriksmørk er ikki eins fáorðað, og sigur, at seinasta orðið er ikki sagt í hesum málinum, og rør framundir, at tey taka hetta sum eitt slag av misáliti á Høgna Hoydal, landsstýrismann. Og at tey fara at royna at fáa Framsókn at taka uppskotið aftur.
Men hvussu víkir og vendir, so bendir onki longur á, at tað verður hetta Landsstýrið, sum leggur um frá fiskidøgum til kvotur. Ruth Vang er týðilig, tá hon sigur, at tað er ov seint at gera stórar broytingar nú.


