Ein kuldabrúgv við nógvum regni liggur oman fyri Føroyar í morgun. Tað flytur seg ikki skjótt, og tí er væntandi, at tað fer at seta sín dám á dystin í dag, tá ið NSÍ kemur á vitjan.
Allar veðurstøðir Landsverks siga frá regni í løtuni (klokkan 12). Ættin er landsynningur, vindferðin kring alt landið er 5 til 10 m/s, og hitin er 9 stig.
…og soleiðis fer veðrið helst eisini at vera meiri ella minni, tá ið dysturin verður bríkslaður í gongd klokkan 15.
Góðan dyst.
Koyr á KÍ.



