Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

VB hølvaði Stjørnuna av í 1. kvinnudeildini

Oliver Joensen

Alt eydnaðist hjá VB kvinnunum ídag og nærum onki hjá Stjørnuni. Bæði í verjupartinum og í álopinum vóru VB kvinnurnar neyvari, sterkari og betur skipaðar. Úrslitið gjørdist 37-21 til VB.

Kringumstøðurnar hjá Stjørnuni eru góðar, og leiðslan gjørdi eina roynd í dag við heppnari hond at gera hondbóltssunnudagin til eina uppliving. Byrjað var kl. 13.00, tá áskoðarar høvdu høvi at koma í KÍ-kafeina til døgurða, samstundis sum mótasýning var og harafturat eitt prát við liðformannin og venjarin. Men á vøllinum gekk ikki, sum klaksvíkingar høvdu vónað.
Eini 600 til 700 fólk høvdu leitað sær til dystin. Í byrjanini kókaði høllin, tí Stjørnan legði seg framum, men tá einir 10 minuttir vóru leiktir yvirhálaði VB og úrslitið í hálvleikinum gjørdist 11-16, ein heilt óvæntað støða fyri klaksvíkingar.
Tey, ið høvdu væntað eitt hamskift Stjørnulið aftur á vøllin í seinna hálvleiki gjørdust stórliga skuffaði, tí høvuðsgongdin í seinna hálvleiki boðaði frá, at VB var nógv tað sterkara liðið ídag, alt sýntist at bera til hjá teimum og tá dómarin bríkslaði av fyri seinastu ferð, hevði VB hølvað Stjørnuna av við ikki minni enn 37 málum ímóti 21.