icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

VB leitar eftir málverja

Jákup Ósá

VB kvinnunar gera ikki nógvar broytingar til komandi ár.

Claus Rasmussen er settur sum nýggjur venjari hjá VB kvinnunum í hondbólti. Útlendsku Gintare Butkeviciute og Ingrida Kuodyte halda eisini fram í felagnum. Gintare skoraði í fjør 136 mál og endaði nummar 4 á toppskjúttaralistanum, meðan Ingrida skoraði 104 mál og endaði nummar 7 á toppskjúttara listanum.

Forkvinna í VB er Vígdis Nolsøe og hon sigur, at VB fer at hava mest sum sama liðið.

– Vit missa tveir málverjar, men hava framvegis Beintu Gudmunsson. Men vit skulu hava ein málverja afturat og arbeiðið við at finna hana verður gjørt nú. Annars vænta vit eisini, at Guðrið Mortensen verður við seinna partin av kappingarárinum, nú hon er við barn, sigur Vígdis Nolsøe við Norðlýsið.