Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

VB vann 24-25 á Stjørnuni

Oliver Joensen

Ikki kann sigast annað enn at VB tók Stjørnuna á bóli ídag, og tað við lít. Heili 15 mál ímóti 6, var VB á odda tá 27 minuttir vóru leiktir.

Sigast má at Stjørnan so snorksvav ídag, tá dysturin imóti næstbesta liðinum byrjaði ídag.. VB kom beinanvegin framum við fýra málum, og sum fyrri hálvleikur leið, økti VB bert um leiðsluna, og hóast 9 mál vóru á muni eitt skiftið í fyrra hálvleiki, so gjørdist hálvleiksstøðan 8-16 til VB.
Men í seinna hálvleiki tók Stjørnan seg um reiggj og pyntaði uppá úrslitið hóast Stjørnan ongantíð megnaði at koma framum. Endaliga úrslitið gjørdist 24-25 til VB, ein fullt uppiborðin sigur til vágskvinnurnar.