Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

VB/Sumba góðtekur ikki broyttu mannagongdini hjá Dómsnevndini

John William Joensen

Við at geva HB eina lítla bót fyri at hava brúkt ólógligan leikara, hevur Dómsnevndin á sera óhepnan hátt broytt siðvenju, sigur VB/Sumba í einum tíðindaskrivi

Tíðindaskriv frá VB/Sumba:

Viðv. niðurstøðuni um steypadystin HB-VB/Sumba 25. mars 2006

Eftir at hava jagstrað føroyska fótbóltsheimin í nú skjótt eitt hálvt ár, eydnaðist tað HB at fáa broytt siðvenjuna, at um eitt felag hevur nýtt ein ólógligan spælara í einum dysti verður viðkomandi lið dømt at tapa dystin.

Ístaðin fær HB eina bót og verður dømt at missa heimavøllin, tað ið eftir er av steypakappingini.

Hetta merkir, at frá d.d. er siðvenjan broytt til, at eitt felag kann gjalda seg burturúr at brúka ólógligar spælarar til steypa- og landskappingardystir.

Hetta er stórt afturstig fyri andan í viðtøkunum bæði hjá FSF og ikki minst ÍSF, at øll eru líka fyri lógini. Nú verða tað tey stóru peningasterku feløgini ið fáa størsta rásarúmi innanfyri lógarverkið hjá FSF og ÍSF.

VB/Sumba fer als ikki at góðtaka hesa avgerð.
Málið er sera einfalt: HB hevur brúkt ein ólógligan spælara í einum dysti, og tað hevur altíð og eigur altíð at verða sekta við, at liðið skal tapa dystin.
 
At blanda onnur mál uppí hetta málið er óneyðugt og hevur bert gruggað alla sakina, ið er sera einføld.
 
VB/Sumba fer tískil at heita á FSF og ÍSF um at taka málið upp aftur og at hyggja bert eftir hesum málinum í hesari sak og ongum øðrum.

Um úrskurðurin hjá Dómsnevndini verður galdandi, verður hetta eitt stórt afturstig fyri andan í viðtøkunum hjá FSF, og ikki minst hjá ÍSF, ið sum stovnur hevur til høvuðsuppgávu at verja ítróttin, eisini og kanska serliga í teimum smáu feløgunum.