Skulu vit meta útfrá veddingarfyritøku, so hevur Víkingur størsta møguleikan at fáa gott úrslit hesa vikuna.
Týskvøldið spælir Víkingur á heimavølli í Champions League móti Trepca 89 úr Kosovo. Dysturin verður leiktur á Tórsvølli kl. 19.00, og tað er ókeypis atgongd til dystin. Veddingarfyritøkan Bet 365 væntar ein javnan dyst. Trepca 89 er lítil favorittur. Víkingur gevur pengarnar aftur 2,7 ferðir, meðan ein sigur til Trepca gevur pengarnar 2,45 ferðir aftur.
Dystirnir í Europa League vera spældir hóskvøldið. Har eru øll mótstøðuliðini hjá føroysku liðunum stórfavorittar. KÍ er einasta liðið, sum hevur heimavøll hendan dagin.
Størsta møguleikan at fáa úrslit hevur KÍ, sum hevur pengarnar 7,50 ferðir aftur. AIK gevur 1,28.
NSÍ gevur pengarnar 13,0 ferðir aftur, har Dinamo Minsk gevur 1,14.
B36 gevur 8,0, meðan Nomme Kalju gevur 1,33. Hesin dysturin kann síggjast á heimasíðuni hjá Bet 365.




