Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Veddingarfyritøkur: Føroyar eru stórfavorittar

Jákup Ósá

(Andorra) Veddingarfyritøkur vænta, at Føroyar standa við 7 stigum leygarkvøldið.

Tað er kanska ongantíð fyrr komið fyri, at Føroyar í HM ella EM undankappingardysti hava verið so stórir favorittar sum í Andorra hesaferð. Sum heild er tað ein leiklutur, sum Føroyar ikki eru vanar við og serliga ikki á útivølli. 
Bet365 gevur pengarnar 1,57 ferðir aftur, um Føroyar vinna. Ein sigur til Andorra gevur pengarnar 6 ferðir aftur og ein javnleikur gevur pengarnar aftur 3,75 ferðir.