Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Veddingarfyritøkur: Víkingur er næstan meistari

Jákup Ósá

Oddsini siga, at lítil ivi er um, at Víkingur vinnur føroyameistaraheitið í morgin.

Um fyrireikingarnar til eina føroyameistaraveitslu eru byrjaðar í Sarpugerði, so er tað ikki so løgið. Tí sannlíkindini eru sera stór fyri, at Víkingur hevur vunnið sítt fyrsta førpyameistaraheitið um nakrar tímar. Veddingarfyritøkurnar siga, at Víkingur er greiður favorittur og gevur bara pengarnar aftur 1,26 ferðir, meðan ein javnleikur gevur pengarnar 4,95 ferðir aftur og ein AB sigur 12,75 ferðir aftur. Í prosentum svarar tað til, at tað er áleið 74 prosent møguleiki fyri, at Víkingur vinnur á Argjum. 
Í Fuglafirði er KÍ eisini stórur favorittur. Ein KÍ sigur gevur pengarnar 1,34 ferðir aftur. Tað merkir, at tað er áleið 70 prosent møguleiki fyri, at KÍ vinnur sín dyst. 
Men fyri at Víkingur ikki skal vinna føroyameistaraheitið, so skal KÍ fáa meir stig enn Víkingur í morgin og í prosentum verður tað sera lítil møguleiki fyri, at tað hendir sambært veddingarfyritøkunum.