Birgir Lützen, sum er við finningarbátinum Alberg úr Havn, sigur at nú er væl av bátum hjá grindini
– Veðrið er toliligt og í løtuni eru vit staddir hálvan fjóðring í ein landsynning úr Eystnesi.
– Eg dugi ikki at meta um støddina á grindini men hon er í bólkum.
– Nú er væl av bátum hjá grindini, men í løtuni veit eg ikki at siga hvønn veg ætlanin er at reka grindina.




