Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Veðrið hesa vikuna: Eitt sindur av hvørjum

Hanus Kjølbro

Stutt veðurforsøgn fyri fyrstu dagarnir í vikuni, sum júst er byrjað, er, at tað verður ímillum eystan og norðan, vindur fer at koma, og at vindferðin fer at liggja ímillum 5 og 10 m/s.

Okkurt smávegis brúgvalag leggur leiðina fram við Føroyum seint í kvøld ella í nátt – eitt sindur av regni fer helst at koma úr tí – serliga í Norðoyggjum, men fram ímóti morgni er turt aftur. Eingi onnur brúgvaløg eru at síggja fyri hetta tíðarskeiðið, men tað merkir ikki, at ikki onkur úrdráttur merkist í løtum í støðum, har ættin ikki er tann besta.

Vikan fer eisini at bjóða uppá løtur við við bæði skýggjaðum lofti og sól. Eitt sindur av hvørjum, kunnu vit siga.

Hitin liggur um tey 10 stigini í dag, men við høgættini er væntandi, at hitin lækkar eitt og tvey stig, sum tað líður út á vikuna.

Enn er ov tíðliga at siga nakað vist um seinnapartin av vikuni og um vikuskiftið. Tað verður seinni.