Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Veðrið í desember: Miðalhitin 1910 – 2016

Hanus Kjølbro

Mátistøð hevur verið í Havn síðan 1875. Tað sum nú eitur Danmarks Meteorolgisk Institut (DMI) eigur tólini og hevur staðið fyri mátingunum hetta tíðarskeiðið.

 

Á heimasíðu DMI´s eru hagtøl fyri miðalhitan og eisini mesti og minsti máldi hiti umframt dags- og náttarhita. Úr hesum tølum er veðurlagið (klimaið) roknað. Klima er miðaltøl fyri 30 ár.

Roknaðu miðaltølini eru hesi:

1910 til 1920 var miðalhitin javnur – lág um 3,7 stig

1920 til 1930 var sera líkt 10 ára skeiðinum frammanundan: 3,7 stig

1930 til 1940 vaks miðalhitin eitt lítið vet hvørt ár úr 3,7 stigum til 4,3 stig.

1940 til 1950 vaks miðalhitin eitt lítið vet úr 4,3 stignum upp í 4,9 stig

1950 til 1960 var miðalhitin støðugur á 4,9 stigum.

1960 til 1970 lækkaði miðalhitin eitt lítið vet hvørt ár úr 4,9 stigum niður í 4,4 stig.

1970 til 1980 lækkaði miðalhitin eitt lítið vet hvørt ár úr 4,4 stigum niður í 3,9 stig.

1980 til 1990 var miðalhitin javnur øll árini – lág um 3,9 stig.

1990 til 2000 var miðalhitin javnur – lág um 3,9 stig.

2000 til 2010 hækkaði miðalhitin aftur eitt lítið sindur hvørt ár úr 3,9 stigum upp í 4,2 stig.

2010 til 2017 (higartil í ár) er hitin hækkaður eitt sindur hvørt ár úr 4,2 stigum upp í 4,5 stig. Hetta síðsta talið er til og 21. desember.

Kaldastu desember-dekadur (10 áraskeið) í miðal síðan 1910 hevur sostatt verið í dekadunum 1910 til 1920 og 1920 til 1930.

Heitasta desember-dekada í miðal var 1950 til 1960.

Kaldasti december mánaður í miðal 1905 til 2016 var í 1915, tá var miðalhitin 0,7 stig. Næstkaldastu desembermánaðirnir hetta tíðarskeið vóru í 1981, 1906 og 1909. Tá var miðalhitin 1,3 stig, 1,6 stig og 1,6 stig, ávikavist.

Heitasti december mánaður í miðal 1905 til 2016 var í 1933, tá var miðalhitin 7,0 stig. Næstheitastu desembermánaðirnir hetta tíðarskeið vóru í 2016, 1953 og 1948. Tá var miðalhitin 6,9 stig, 6,8 stig og 6,6 stig, ávikavist.

Gevið gætur, at hesi tøl eru mátingar av hitanum í Havn. Tey eru tí bert fyri hetta økið í Føroyum.

Harleyfacadeacryl