Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Veðrið í Føroyum er sjarmerandi

Danial Viðoy

Veðrið í Føroyum er eisini skiftandi og tað er bæði sjarmerandi og irriterandi. Ein myndamaður á Norðlýsinum fekk at sanna tað í mjørkanum á Viðareiði í gjárkvøldið. Eingin katastrofa hóast alt. Bara nakrir jarðbundnir tankar.

Eitt tunt lag av mjørka fevndi seg um Malingsfjall, sum er grønkað munandi farnu tvey samdøgurini. – Ein góð mynd, hugsar myndamaðurin, ið hyggur út um køksvindeygað. Upp úr stólinum, út um hurðina, í bilin og eystur á Heiðar. Steðgar bilinum, tekur myndatólið fram og stillar tað inn.

Ja, so er klárt at taka myndina. Myndamaðurin lyftir høvur og setir eygna-kósina yvirum, ella suðureftir Malingsfjallið. Men alt til fánýtis: kolasvart í mjørka.

Ná men! tað er einki at gera við tað. Onkur vildi sagt irriterandi, men eg haldi heldur tað er sjarmerandi.

Tó so! Uppi við Garð var ein glotti.