Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Veðrið í kvøld í Havn

Hanus Kjølbro

Rákið av luft til Føroya í dag kemur av vestri ella útsynningi-vestri. Luftin hevur sín uppruna yvir miðjum Norðuratlantshavi, so har er nógv væta í henni, og hon hevði kunnað verið nøkur stig heitari, var upprunin yvir Evropa ístaðin.

Soo…tá ið dystur er í kvøld í Gundadali ímillum KÍ og Tre Fiori, er vindferðin 5 til 10 m/s úr útsynningi-vestri.

Hetta er góð ætt í Gundadali og gott fótbóltsveður. Tað stóra vestara skýlið vendir bakið til gulið.

Tað er skýggjað flestastaðni í Føroyum í dag við sólglottum onkrar løtur. Tað fer tað eisini at vera í kvøld í Havn.

Hitin fer at liggja um 10-12 stig.

Góðan dyst og koyr á KÍ.