Veðrið í dag hevur verið buldraligt. Nógvur vindur úr suðuri og útsynningi – og tað hevur regnað nógv. Orsøkin hevur verið eitt lágtrýst í ein útsynning úr Íslandi. Tðað flytur seg sum ætlað í landnyrðing, men ikki so skjótt sum hildið. Tí verður ikki stórvegis broyting í veðrinum í kvøld og í nátt. Vit skulu vænta skrið og storm úr suðuri, ið seinni snarar í útsynning. Gevið gætur, at vindferðin altíð er miðalvindferðin í 10 minuttir, tí kunnu frávik frá miðalvindinum væntast, ið eru nakað væl omanfyri. Avfallið verður eisini sum í dag: nógv regn.

Veðrið fer at síggja soleiðis út sum nevnt omanfyri, so leingi lágtrýstið ikki hevur flutt seg stórvegis og at tað ikki grynnist. Lágtrýstdepilin flytur seg, men ikki skjótt, men uppaftur verri er, at tað dýpist. Framrokningarnar vísa, at trýstið miðjuni, sum var 973 hPa á middegi í dag, er komið niður í 963 hPa í morgin ári.
Hetta sama lágtrýst fer i nátt at raka Reykjavík við vindi av ódnarmegi av útnyrðingi í nátt og í morgin.
Eina ferð nakað út á dagin í morgin er lágtrýstið farið væl norður um Ísland, og vindurin á okkara leiðum fer tá at minka. Í annaðkvøld kunnu vit vænta okkum turrveður við einum stívum andøvsguli av útsynningi.