Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Veðrið um vikuskiftið 1. – 3. mai

John William Joensen

Seinnapartin í dag og út á kvøldið verður skrið av landsynningi, um 15-20 m/s. Tað verður nakað av regni, og hitin fer at liggja um 8 stig.

Næmingar á Sjómannsskúlanum í Klaksvík

Fríggjadagur

Seinnapartin í dag og út á kvøldið verður skrið av landsynningi, um 15-20 m/s. Tað verður nakað av regni, og hitin fer at liggja um 8 stig.


Leygardagur

Fyrrapartin broytist ættin til útsynning, 13 til 18 m/s. Hitin verður um 8 stig. Møguliga okkurt ælið út á kvøldið.


Sunnudagur

Um middagsleitið verður hvassur vindur av útsynningi, 13 til 18 m/s, møguliga okkurt ælið.

Ùt á kvøldið útsynningur í ættini. Hvassur vindur, um 8 til 13 m/s og okkurt ælið. Út á náttina og til mánamorgun verður ættin tann sama, og vindurin minkar til stívt andøvsgul, 5-10 m/s.

Harleyfacadeacryl