Í samráð við skiparin avgjørdu vit áðrenn farið var úr Hanstholm, at sigla norður í Ánirnar, sigur Hendrik Egholm sølu- og marknaðarstjóri hjá Smyril Line
– Tá vit saman við skiparanum kannaðu veðurvánirnar, bleiv avgjørt at fara norður í Ánirnar, og hetta gjørdu vit áðrenn skipið legði frá bryggju í Hanstholm, sigur Hendrik Egholm, sum er sølu- og marknaðarstjóri hjá Smyril Line.
– Vit hava nú fastar mannagongdir tá veðrið er ivasamt og tryggjar hetta at ferðafólk og flutningsfyritøkur í góðari tíð fáa boð um hetta.
– Tá vit so samstundis hugdu eftir veðurvánunum fyri leiðirnar kring Ísland, avgjørdu vit at avlýsa túrin og ístaðin fáa teknikarar umborð at gera seinastu fínjusteingarnar av umstýringini, eftir at skipið hevur verið í dokk.
– Hetta er eitt arbeiði, sum hevur bíðja og tað verður nú gjørt, men tað hevði einki við avgerðina at fara norður í Ánirnar at gera.
Væl nøgdir við umstøðurnar
Hendrik Egholm, sigur at teir eru sera væl nøgdir við umstøðurnar norðurin í Ánunum.
– Vit kenna okkum sera væl viðfarnar av umsitingini hjá Klaksvíkar Kommunu og eru eisini sera væl nøgdir við arbeiði, sum verður gjørt á bryggjuni tá vit koma og fara.
– Trupuleikin við skeltingini hevur verið frammið og vónandi finnur hetta eina loysn, men hetta hevur als ikki verið nakar stórur trupuleiki.
– Eg kann bara siga frá mær sjálvum, at hóast eg plagdi at verða nógv í Klaksvík fyri nøkrum árum síðan, so noyddist eg at ringja til ein vinmann, tá eg kom úr Norðoyatunnlinum, tí eg fann ikki norður í Ánirnar.




