Í morgin hósdagin 16. apríl verður móttøka á Norðlýsinum í samband við at vit fylla 100 ár. Hanus Kjølbro sigur at veðrið verður super, so tað er bara at koma ein túr niðan. Húsið er opið frá kl. 10.00 og grísurin verður grillaður og klárur at eta kl. 14.00.
Í morgin hósdagin 16. apríl verður móttøka á Norðlýsinum í samband við at vit fylla 100 ár. Hanus Kjølbro sigur at veðrið verður super, so tað er bara at koma ein túr niðan. Húsið er opið frá kl. 10.00 og grísurin verður grillaður og klárur at eta kl. 14.00.
Vælkomin
—
Keðiliga veðrið vit regni og vindi, sum vit hava havt seinastu nógvu dagarnar, er nú liðugt. Nú fara vit at fáa betur veður í nakrar dagar.
Lágtrýstini hava ligið á leiðunum við Ísland, og tí hevur veðrið verið keðiligt við hampuliga fitt av vindi og regni. Eitt hátrýst er í menning yvir bretsku oyggjunum, og tað fer at halda lágtrýstunum burturi frá okkara leiðum og frá leiðunum við Ísland. Eftir øllum at døma, so verður gott hátrýstveður liggjandi um okkara leiðir restina av vikuni og í vikuskiftinum. Gott hátrýstveður ístaðin fyri keðiligt lágtrýstveður. Endiliga várligt veður.
Í dag skiftir veðrið frá tí nógva vindinum og regninum til at vera gott veður. Í morgun var bæði vindur og regn um okkara leiðir, men nú er veðrið nógv betri. Veðurstøðir Landsverks siga frá einum andøvsguli av vestri, við sólglottum. Hitin í løtuni er 5 – 6 stig.
Sum tað líður út á seinnapartin og í kvøld fer vindurin at minka niður í eitt gul, 4 til 8 m/s. Ættin fer at snara upp í útnyrðing í eina løtu, men í kvøld er ættin aftur útsynningur-vestan. Tað fer at vera turt í dag, og sólglottar eisini.
Í nátt og í morginári verður eitt gul av útsynningi og klárt, og soleiðis verður veðrið í allan morgin – lítil vindur úr útsynningi, og sólglottar.
Hitin í morgin fer at liggja um 5 til 6 stig.




