Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Veðrurin á vinarbýarvitjan í Klaksvík

John William Joensen

Vædderen kom á Klaksvík í morgun og verður á almennari vitjan fram til 21. mars

Í Hesum sambandi eru omboð fyri Klaksvíkar býráðið og Klaksvíkar havn boðin umborð
til samkomu.
Klaus Bolving, kommandørkaptainur á Vædderen kemur frá Odense. Á eini vitjan,  Vædderen var í Odense, var býráðið boðið umborð. Tá helt varaborgarstjórin Niels Th. Nielsen fyri, at vinarbýurin hjá Odense í Føroyum er Klaksvík!
Tí varð umtalað, at Væderen átti at gjørt eina "vinarbýarvitjan" vegna Odense, og tá so Klaus Bolving, kommandørkaptainur kemur frá Odense, ger tað málið ikki minni áhugavert.
Í samráð við mentanardeildina hjá Klaksvíkar býráð, Klaus Bolving og Henrik Poulsen frá vinarbýarumsitinigini hjá Odense, er vitjanin og innbjóðingin komin í lag.
Veðrurin kemur til Klaksvíkar fríggjadagin: 18. mars 2005, har umboð fyri býráðið eru boðin umborð. Leygardagin 19. mars 2005 verður tyrluframvísing kl. 13:15-1400 og aftaná  kl. 1400-1600 er "opið skip" fyri øllum býnum, har øll eru vælkomin at vitja umborð.