Tað verður fyri tað mesta turt og lítil vindur. Men sunnudagin verður helst regn.
Fríggjadagin á middegi
Stívt andøvsgul til strúk í vindi, 8-13 m/sek, ættin verður sunnan og turt. Hitin um 7˚C.
Fríggjakvøldið á middnátt:
Minkandi vindur av suðri 5-10 m/sek, út á náttina lot lágt 2 m/sek. Hitin um 4˚C.
Leygardagin á middegi:
Lot av ymsum ættum, 2 m/sek, einki avfall. Hitin um 6˚C.
Leygarkvøldið á middnátt:
Lot av ymsum ættum, 2 m/sek, Einki avfall. Hitin um 4˚C.
Sunnudagin á middegi:
Stívt andøvsgul av landsynningi, 5-10 m/sek, møguliga regn. Hitin 6-9˚C.
Sunnukvøldið á middátt:
Eystan i ættini 8-13 m/sek, regn , Hitin um 5-7˚C.
Mánadagin á middegi:
Eystan og landnyrðingur, 5-10 m/sek regn og ælaveður. Hitin umleið 7-10˚C.
Mánakvøldið á middnátt:
Landssynningur, 2-5 m/sek, fyri tað mesta turt. Hitin 6-8⁰C.
Týsdagin á middegið:
Landssynningursunnan, 2-5 m/sek, og turt. Hitin umleið 8-11˚C.
Næmingar á Sjómannskúlanum í Klaksvík




