Lyklaleikarin hjá KÍ í altjóða fótbólti hevur fingið nýtt felag.
35 ára gamli Vegard Forren spældi ein lyklaleiklut, tá KÍ í ár kom í bólkaspælið og fekk fýra stig har. Men tað hevur leingi verið greitt, at hann av familjuorsøkum fór aftur til Molde eftir kappingarárið. Nú hevur Vegard fingið nýtt felag í Molde-økinum. Hann verður leikandi hjálparvenjari í felagnum Træff, sum farna kappingarár flutti niður úr triðbestu deildini. Tað boðar norska felagið frá í dag.


