Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vegin út á krossin… við Fredag á munnharpu

John William Joensen

Umleið 2000 fólk vitjaðu samfelagsstevnuna hjá brøðrasamkomuni í Klaksvík um vikuskifti

Tað má sigast at áhugin at koma saman at hoyra frelsuboðskapin er sera stórur tí umvikuskifti hava nógv túsund fólk vitjað í KÍ høllini har brøðrasamkoman hevði samfelagsstevnu.
Fleir møtir hava verið hvønn dag um hvítusunnuna og sera ymisk hava hesi møti verið.
Talirnar hava verið evangeliskar og uppbyggjandi og tað hevur verið ein blandingum av ungum og gomlum kendum andlitum sum hava vitjað røðarapallin.
Harafturat hevur opið hús verið um kvøldarnar fyri ungdómin og tá Norðlýsið vitjaði inn á gólvið um eitt tíðina í nátt var høllin stúgvandi full av ungdómi sum sungu harranum lovsong og bóru frá vitnisburð.
Í dag var sangmøti kl. 16 har umframt nógvan felagssang eisini var kvartettsongur á skránni.
Stórt felagskór setti dám á og Hesar dagarnar má sigst at sangkreftirnar úr Betesdakórinum hava havt úr at gera.
Kvartettin Vitin og kvartettin í Betesda men tann sum fekk fólk at klappa var ein rættuliga ókendur munn harmonikuspælari.
Tað var Fredag, sum fekk salin at stema í sangin við kenda niðurlaginum; Vegin út til krossin gekk hann fyri meg….”
Eftir lógvabrestir frá gott næstan 2000 áhoyrarum greiddi Fredag skemtandi frá at navnið mátti hóast alt vera kent millum mannað.
–         Ein dagin fekk eg eitt bræv við postinum, og tað einasta sum var skrivað uttan á brævbjálvan var; Fredag, Klaksvík….”
 
 

Harleywoodpaint