Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vegir og bygningar í skeljasori

Lesarabræv

Nógv liggur á láni eftir verandi samgongu.

Samstundis, sum inntøkurnar av náttúrutilfeingi okkara eru methøgar, stríðist landið við stórt fíggjarligt hall – hvørt ár. Tað eigur ikki at bera til at stýra so langt við síðuna av, sum vit seinastu árini hava verið vitni til.

Øll siga tað sama. Men tað eru bara ikki øll, sum vilja gera nakað við trupulleikan. Tað vil Javnaðarflokkurin.

Sitandi stjórn – við Sambands- og Fólkaflokkinum á odda – hevur áhaldandi ført fram, at ovurstóru upphæddirnar, sum eru fingnar til vega við øktum fiskatilfeingi, ikki skulu gera mun í rakstrinum av landshúsarhaldinum.

Nei, peningurin liggur betur í lummunum hjá reiðaríum og samtøkum, sum kunnu gera størri íløgur og skapa arbeiðspláss, verður sagt.

Alt gott um tað. Men hvat við tí partinum av samfelagnum, sum samstundis bløðir út av hesum einsíðuga politikki?

Landsins bygningar og infrakervi (vegir og tunnlar) liggja í skeljasori nógvastaðni í landinum. Orsøkin er manglandi játtanir og líkasæla.

Asfalteringin av landsvegakervinum er í dag bara ein 6. partur av tí, sum man brúkti fyri 10 árum síðani – bara fyri at taka eitt dømi úr rúgvuni. Samstundis leggur man enn fleiri kilometrar afturat vegakervinum, sum gera tað enn dýrari at halda infrakervið við líka!

Bygningar landsins eru mangastaðni í somu støðu sum infrakervið. Smáar játtanir, sum ofta púrt einki hjálpa. Í nógvum førum verða bert lappaloysnir brúktar.

Vel Javnaðarflokkin 1. september

Hilbert Elisson – Valevni Javnarfloksins