Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vegurin gjørdur til tjørnina uppi á Hálsi

Oliver Joensen

Leygardagin fóru menn frá RC-felagnum í Klaksvík í gongd við at gera koyriveg til tjørnina, sum teir gjørdu seinasta heyst. Tað gekk skjótt og væl

Av parkeringsplássinum á Hálsi og yvir til tjørnina var ein teinur uppá umleið 100 metrar. RC-felagið avgjørdi i vetur at fara undir at gera ein vegastubba til tjørnina, tí tað er trupult hjá monnum at bera skipsmodellini so langan tein í hagalendi.
Limirnir tóku seg saman leygardagin og fóru undir ódnartakið. Byrjað varð kl. 11 og um 23 tíðina á kvøldi var vegurin liðugur. Tá høvdu limir koyrt umleið 70 less av ífyllugróti, ímeðan ein broytførari hevði grivið av.
Nú er væl atkomiligt til tjørnina við bili, men ætlanin er ikki at gera parkeringspláss við tjørnina. Heldur er ætlanin at víðkað um verandi parkeringspláss, so menn ístaðin fáa sett bilarnar frá sær har.