Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vegurin undir Kjølinum

John D. Olsen

Arbeitt verður við at finna eina hóskandi vegaføring undir Kjølinum, nú endalig avgerð skjótt verður tikin um hvar innføringin til tunnilin norður um fjall verður.

Leingi hevur verið tosað um at gera ein landsveg norðureftir Kjølinum. Norðlýsið skilir, at arbeitt verður við at finna eina hóskandi vegaføring, nú endalig avgerð skjótt verður tikin um hvar innføringin til tunnilin norður um fjall verður.

Landsverk leggur nevniliga í løtuni seinastu hond á forkanningarnar til vega- og tunnilsgerð norð um fjall. Á heimasíðuni hjá Landsverki stendur um støðuna í málinum pr. desember, at fyribils jarðfrøðiligar kanningar eru gjørdar, har tveir kjarnar eru sendir til Jarðfeingi til nærri kanningar.

Landsvegur
Oyvindur Brimnes, stjóri á Lansdsverki, sigur, at Landsverk er í góðum dialogi við Klaksvíkar kommunu um vegin undir Kjølinum. Kommunan og Landsverk royna at finna eina loysn við íbindingum til vegin og um vegurin kann og skal vera ein landsvegur, sigur hann.

Vegurin norður eftir Kjølinum skal eftir ætlan ganga niðan úr vegnum, ið kemur úr Norðoya Tunnilinum, og so draga norðureftir undir Kjølinum.

Ein alternativ vegaføring hevur verið nevnd í samband við hesa vegagerð. Fyrr var nevniliga tosað um, at gera ein tunnil tvørtur ígjøgnum Kjølin. Hendan ætlanin er eftir øllum at døma slept.

Átrokandi at finna vegaføringina
Heri Hammer, býarverkfrøðingur, sigur við Norðlýsið, at kommunan árliga hevur fund við Landsverk har ymisk mál verða viðgjørd. Seinastu árini hevur vegurin undir Kjølinum verið frammi á hvørjum fundi. Um mánaðarskiftið november desember í fjørð var aftur ein fundir, har partarnir vóru samdir um at kanna kostnaðin av einum skitsu prosjekti við einum landsvegi omanfyri Geilina og norður omanfyri húsini við Kjalarvegin og eldraíbúðirnar á Helnabrekku, ið verður bundin í nakað sunnanfyri vegin, sum snarar niðan undir Grashjalla.

“Partarnir eru samdir í at tað er ein landsuppgáva at gera hendan vegin. Tað hevur eisini verið ein vekt á skálini, at Norrøna nú hevur góðshavnina í Ánunum sum alternativa havn” sigur Heri Hammer.

Klaksvíkar kommuna hevur givið til kennar yvir fyri Landsverki, at tað er átrokandi at finna útav hvar vegurin kemur at liggja, tí at kommunan í løtuni arbeiðir við at gera fleiri íbúðir til tey eldru á Kráarbrekku og útstykkingar á Helnabrekku.

Svartadalur ella við Strond
Sum skilst so verður tunnilin norður um fjall antin gjørdur við Strond ella niðanfyri Svartadal, men enn er endalig avgerð, sum kunnugt, ikki tikin í málinum.

– Fyri Klaksvíkar kommunu er tað sera týdningarmikið, at Árnafjørður eisini fær eina nútíðarhóskandi tunnil. Kommunan hevur tí klárt givið til kennar yvirfyri Landsverki at Árnafjørður ikki má verða við svið og so líka mikið hvør loysn verður vald

– Tað hevur fyrr verið talað um at gera ein tunnil til Árnafjørð við innkoyring í Gerðabøi. Soleiðis sum kortini nú liggja í løtuni, er hetta ikki tann mest sannlíka loysnin, men um Landsverk velur hesa loysnina, so ætlar kommunan ikki at seta seg uppímóti hesum, greiðir býarverkfrøðingurin frá.

Loysnin undur Kjølinum
Hugsa vit yvirskipað um landsveganetið, so kann tað tala fyri, at ein landsvegur verður gjørdur oman fyri Geilina og Kjalarvegin sum verður knýttur í landsvegin norðan fyri Klaksvíkina. Heri Hammer sigur, at hetta er ein loysn sum Klaksvíkar kommuna er sera jalig yvirfyri. Við hesi loysnini verður stórur partur av tungu ferðsluni, sum koyrir til og frá góðshavnini í Ánunum, førd útum bygt økið.

Ilt er at siga nakað ítøkiligt um tíðarætlanina fyri vegin undir Kjølinum. Tó er tað greitt, at eingin peningur er settur av á fíggjarlógini fyri 2007 til hetta endamál.

Harleywoodpaint