Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Veiðugjøld: Andstøðan tekur ikki undir við uppskotinum

Jóhann Lützen

Andstøðan finst m.a. at útrokningini av tilfeingisrentuni og at bæði verandi útlendskur kapitalur og nýggjur kapitalur vórðu boðin við í okkara fiskivinnu. Norðlýsið hevur fingið hendur á svarskrivið.

Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri hevur ótolnaðst efitr svari frá andstøðuni í um til málið um veiðugjøld. 

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum upplýsir fyri Norðlýsinum at andstøðan – Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsók, hava sent svarskriv ígjár. Tey heita á samgonguna um at taka upp veruligar samráðingar við andstøðuna:

Sum vit hava víst á higartil á teimum fundum, ið verið hava, so mæla vit til, at allir flokkar beinanvegin fara undir veruligar samráðingar, har semjast kann sum minstamark um hesi mál:

  1. At veruliga tilfeingisrentan, bygd á verulig tøl og útrokningar, í størsta mun verður tikin inn til landið.
  2. At útlendskur ognarskapur verður tikin úr føroyskari fiskiveiði og veiðirættindum.
  3. At privat keyp og søla av framíhjárættinum at fiska og harvið tilfeingisrentuni verður støðgað.

Vegna andstøðuna

Aksel V. Johannesen, Javnaðarflokkurin Høgni Hoydal, Tjóðveldi Ruth Vang, Framsókn

 

Svarskrivið kann lesast her.