Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

V.E.K.S. samstarvið er farið í upploysn

Helgi Abrahamsen

Samstarvið millum Vestmanna kommunu, Kvívíkar kommunu, Sunda kommunu og Eiðis kommunu, um heimatænastuna á eldraøkinum, er farið í upploysn.

Norðlýsið skilir at Vestmanna kommuna metir seg at bera ov stóran part av fíggjarligu byruni, men samtíðis siga vælvitandi keldur, at hetta málið hevur ongantíð verið á skrá fyri nakran fund í V.E.K.S. Heldur ikki eru hinar kommunurnar kunnaðar um ætlanina hjá Vestmanna kommunu um at taka seg úr samstarvinum, fyrr enn tær fingu skriv frá Vestmanna kommunu um, at samstarvið er endað.

Á Heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu sæst, at málið hevur verið fyri á fundi í Bygdarráðnum tann 30. mars, men framvegis er fundarbókin frá tí fundinum ikki løgd út á heimasíðuna.

Vit hava roynt at fingið fatur á Paula Trond Petersen, borgarstjóra, men hann hevur ikki verið at hitt. Í stuttum SMS-boðum sigur hann, at hann situr á fundi.