Landskassin fer at fáa 110 mió. krónur í vektgjøldum í ár í mun til 97 mió. krónur í fjør.
Landskassin fer at fáa 110 mió. krónur í vektgjøldum í ár í mun til 97 mió. krónur í fjør. Tað kemur fram í svari til fyrispurning, sum Bjørn Kalsø, løgtingsmaður, hevur sett Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu.
Kristina Háfoss upplýsir í svarinum, at umleið 10 mió. krónur av meirinntøkunum stava frá hækkingini í vektgjøldum, sum samgongan legði á bileigarar undan jólum.
Annars verður upplýst, at ongar ætlanir eru í løtunum um at hækka vektgjøldini á akfør uppaftur meira. Hinvegin verður arbeitt við at umleggja vektgjøldini á nýggjar bilar til umhvørvisgjøld.
Hesar broytingar fara tó sambært landsstýriskvinnuni ikki at ávirka verandi bileigarar.




