Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Vel besta føroyska stuttfilmin

Jóhann Lützen

Føroyingar fáa høvi til at fylgja við og atkvøða fyri sínum yndisfilmi, tá Geytin 2022 verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum

 

Geytin 2022

Leygarkvøldið 22. oktober verða filmsvirðislønirnar Geytin og Áskoðaravirðislønin handaðar í Norðurlandahúsinum. Kringvarp Føroya fer at senda frá tiltakinum, og filmarnir, sum eru við í kappingini, verða eisini vístir í sjónvarpinum.

Tiltakið verður fyriskipað av Norðurlandahúsinum og Kringvarpi Føroya í samstarvi við SONA.

Atkvøðugreiðslan um áskoðaravirðislønina verður umvegis SONA-appina, so øll, eisini sjónvarpshyggjararnir, kunnu atkvøða fyri sínum yndisfilmi.

6 filmar eru valdir av dómsnevndini at luttaka í Geytanum 2022. Teir eru:  

Sálarkvøl – Eir í Ólavstovu 

Ver Her – Maria Winther Olsen 

Tokskinnarin – Terji Mohr 

Typiskt – Sølvi Næs Hoydal 

Steinbíturin – Klippfisk (Dina Fríða Poulsen) 

Nonstop – Sølvi Næs Hoydal  

 

Hvør einstakur limur í dómsnevndini er umboðaður av einum filmsyrkisligum felagi ella stovni.  

 

Í dómsnevndini sita:  

  • Rannvá Jónsdóttir (Filmsfelagið)  
  • Hans Petur Hansen (Kringvarp Føroya)  
  • Sakaris Stóra (Føroysk Filmsfólk)  
  • Tina Wagner (Filmshúsið)  
  • Pætur M. Dahl (Klippfisk)  
  • Altjóða limur í dómsnevndini: Valdimar Jóhannson  (Filmsleikstjóri)