Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vel eitt valevni, sum velur okkum

LBGT Føroyar

Á myndini eru frá vinstru: Anna Djurhuus, Sára Henriksen, Eiler Fagraklett, Anja Eydnudóttir og Line Fuglsbjerg. Oda Ellingsgaard vantar á myndini.

LGBT Føroyar heitir nú á føroyska veljaran, um at velja eitt valevni til kommuvalið, sum ynskir at víga samkyndar borgarar. Samstundis er nýggj nevnd sett fyri rørsluna.

LGBT Føroyar, rørslan fyri samkynd, tvíkynd og tvørkynd í Føroyum, heitir á borgarar í Føroyum, sum ynskja eina rúmliga og fevnandi bygd ella bý, um at velja eitt valevni, sum ikki fer at frásiga sær uppgávuna at gifta tvey av sama kyni, tá ið hetta verður møguligt í næstum.

Føroysk lóggáva loyvir annars borgarstjórum ella øðrum bygda- og býráðslimum, sum hava heimild at gifta fólk borgarliga, at nokta at gifta eitt par borgarliga – skuldi viðkomandi ikki ynskt at átikið sær uppgávuna. Hetta er ein rættur, sum LGBT Føroyar viðurkennir.

Rørslan vísur tó á, at um vit ynskja eitt rúmligt og fevnandi samfelag, har øll skulu vera líka fyri lógini og allir borgarar hava somu rætt og skyldur, so mugu limir í rørsluni hava møguleika at giftast borgarliga í øllum føroyskum kommunum.

Tí heitir LGBT Føroyar á allar veljarar, ið fara á kommunuvalið 8. november 2016, um at atkvøða fyri einum valevni, sum játtar at fullføra allar sínar uppgávur sum t.d. borgarstjóri – eisini at gifta tvey av sama kyni, tá ið henda lóg kemur í gildið. Rørslan metir, at hetta fer at varðveita jaligu gongdina við tilflyting til Føroyar og tí øktu rúmligheitini, sum vit síðstu árini hava verið vitni til á bygd og í býi.

Á aðalfundi herfyri, varð nýggj nevnd vald í LGBT Føroyar. Nýggja nevndin er kvinnað og mannað við Anju Eydnudóttir, Onnu Djurhuus, Eileri Fagraklett, Line Fuglsbjerg, Odu Ellingsgaard og Sáru Henriksen. Høgni Miné, Marita Thomsen og Sunneva Háberg Eysturstein eru vald sum varalimir. Arni Klein Abrahamsen heldur fram sum bókhaldari.

Nýggja nevndin í LGBT Føroyum ynskir øllum eitt gott kommunuval.