Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Veljarakanning: Aksel skal stjórnað fullveldissamgongu

John William Joensen

Nýggj veljarakanning, sum Fynd hevur gjørt fyri Miðlahúsið og Kringvarpið, gevur andstøðuni greiðan meiriluta har Javnaðarflokkurin er størsti flokkur við 8 tinglimum. Tjóðveldi er næst størstur við 7 tingfólkum og Fólkaflokkurin og Sambandi fáa hvør síni 6 tingfólk. Framsókn fær fýra, Miðflokkurin tveir og Nýggja Sjálvstýrið fær ongan tinglim.

Nýggj veljarakanning, sum Fynd hevur gjørt fyri Miðlahúsið og Kringvarpið, gevur andstøðuni greiðan meiriluta har Javnaðarflokkurin gerst størsti flokkur við 8 tinglimum. Tjóðveldi er næst størstur við 7 tingfólkum og Fólkaflokkurin og Sambandi fáa hvør síni 6 tingfólk. Framsókn fær fýra, Miðflokkurin tveir og Nýggja Sjálvstýrið fær ongan tinglim.

Sostatt hava Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn greiðan meiriluta og tað eru fullveldisflokkarnir Framsókn og Tjóðveldi sum eiga greiðan meiriluta av tingfólkunum aftanfyri FEC samgonguna um veljarakanningin vísir endaliga úrslitið.

Aksel hevur útiloka samstarv við Fólkaflokkin og ein samgonga við Sambandi uttan um Fólkaflokkin krevur at Framsókn er við og tað er neyvan sannlíkt.

Verður tingmannabýti sum seinasta veljarakanningin vísir verður Aksel, løgmaður fyri ein fullveldis meiriluta samgongu og verða tað tí uttan iva truplar samgongusamráðingar um leiðslan í Javnaðarflokkinum heldur fast um at komandi samgonga skal verja Ríkisfelagsskapin .