Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Sjálvstýri missa ein tinglim í part, ímeðan Fólkaflokkurin fær 2 og Sambandsflokkurin fær 1 fleiri í mun til løgtingsvalið í 2015
Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi missa ein tinglim í part, ímeðan Fólkaflokkurin fær 2 og Sambandsflokkurin fær 1 fleiri í mun til løgtingsvalið í 2015
Javnaðarflokkurin stendur til at missa 5,8% av atkvøðunum ímeðan hin stóri samgonguflokkurin Tjóðveldi missur 3,8%
Stóri vinnarin sambært hesi veljarakanning er Fólkaflokkurin, sum gongur 4,8% fram og fær 2 fleiri tinglimir. Sambandsflokkurin gongur fram 2,2% og fær ein tinglim aftrat í mun til løgtingsvalið í 2015.
Miðflokkurin og Framsókn varðveita síni umboð, ímeðan Sjálvstýri missur ein tinglim sambært kanningini.
Tað er fyritøkan Lóður, sum hevur gjørt veljarakanningina fyri Fólkaflokkin. Veljarakanningin kann síggjast niðanfyri.




