Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Veljarar harta Javnaðarflokkin og løgmann fyri fullveldis fríggj

John William Joensen

Nú Aksel V. Jóhannesen seinri í dag skal halda Ólavsøkurøðu í Løgtinginum, vísir nýggjasta veljarakanningin at Løgmannsflokkurin missur atkvøður ístórum. Serliga er flokkurin merktur av innanhýsis trupuleikum. Samstundis gongur Sambandsflokkurin framm.

Sambært nýggjastu veljarakanningini sum Kringvarp Føroya hevur umbiði og Lóður hevur gjørt, eru veljarar hjá Tjóðveldi betri nøgd við avrikini hjá Føroya Løgmanni enn hansara egnu veljarar í Javnaðarflokkinum. Hóast tað ikki er løgið at Aksel V. Jóhannesen, ikki fær góð skotsmál frá veljarunum hjá andstøðuflokkunum, so er tað tó áhugavert at hann fær verri skotsmál frá  veljarunum hjá Sambandsflokkinum, enn hann fær frá veljarunum hjá Fólkaflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum, sum hoyra til Fullveldisveingin í Føroyskum politikki.


Hetta er mikið áhugavert tí tá Aksel V. Jóhannesen tók við sum formaður eftir Jóannes Eidesgaard, gjørdi hann greitt at Javnaðarflokkurin var ein flokkur sum gekk inn fyri Ríkisfelagsskapinum. Hendan fráboðanin hjá Aksel V. Jóhannesen, sum kom í hansara fyrstu røðu sum formaður í Javnaðarflokkinum, var sera týdningarmikil, tí undanfarni formaðurin, Jóannes Eidesgaard, varð sæddur at verða nærri loysingarveinginum enn sambandsveinginum í Føroyskum politikki.
Eftirfylgjandi á løgtingsvalinum í 2015 fekk Javnaðarflokkurin nevniliga nógvar veljarar frá Sambandsflokkinum.


Men í mun til undanfarna Løgmann, Kaj Leo Holm Jóhannsen sum  í undanfarnu samgongu onga yvirtøkur framdi, hevur Aksel V. Jóhannesen framt yvirtøku og hevur harafturat arbeitt nógv fyri at fáa eina Føroyska Grundlóg samtykta, sum sambært honum skal verða líkastilla við Donsku Grundlógina.


At áhaldandi innanhýsis stríð hevur havt sína ávirkan á popularitetin hjá formanninum í Javnaðarflokkinum er væl eingin ivi um, men tó eigur flýggjanin til Sammbandsflokkin at órógva flokksleiðsluna meira, tí tað vóru tey sum vilja varðveita Ríkisfelagsskapin sum gjørdu Javnaðarflokkin til Løgmannsflokk..
 
Kaj Leo vann atkvøður, meðan Aksel missur
Kaj Leo Holm Jóhannesen, kláraði seg munandi betur fyrstu setuna sum Føroya Løgmaður, í mun til sitandi Løgmann, Aksel V. Jóhannesen., nú fyrsta setanin hjá honum sum Føroya Løgmanni gongur móti endanum:
 
Aksel V. Jóhannesen 2015 –
Fyrsta seta sum Føroya Løgmaður (1048 dagar ella tvey ár og 10 mánaðar,)
Avrik í mun til fólksliga undirtøku:
Javnaðarflokkurin fekk á Løgtingsvalinum í 2015 heili 25,1% men er í seinastu veljarakanningini hjá Lógir mettur at fáa einans 19,2% (2018)
 
Kaj Leo Holm Jóhannesen 2008 – 2011
Fyrsta setan hjá Kaj Leo Holm Jóhannsen sum Føroya Løgmaður var 1403 dagar ella trí ár, 10 mánaðar og 3 dagar.
Sambandsflokkurin fór frá 21% á løgtingsvalinum í 2008 til 24,7%  av atkvøðunum á Løgtingsvalinum í 2011.

Sí søgulig tøl og talvur (Myndir) niðanfyri