Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Venda kanónirnar rætt?

John William Joensen

Hóast tað kanska ikki sæst so ógvuliga nógv til tað enn, so vita vit, at alt samfelag okkara er í álvarsomum trupulleikum, sum kanska kunnu fara at hava svárar avleiðingar fyri mong okkara afturat teimum , sum kreppan longu hevur rakt.

LEIÐARIN – NORÐLÝSIÐ

Tosað verður longu nú um eitt hall á roknskapinum hjá landskassanum uppá umleið 800 milliónir tá árið er av. Harafturat verður sagt, at ilt er at fáa eyga á nakra broyting í bræði, so vandi er fyri at gjaldføri landskassans, ið eftir okkara mátistokki er gott, fær av at vita, um vit ikki megna at broyta gongdina til positiva vegin.

Pressan er triðja statsmaktin, verður sagt, og tá verður mest tosað um, at pressan skal vera kritisk, hon skal vísa á skeivleikar í samfelagnum og hon skal ansa eftir, at politikarar og tey, sum hava ræði á samfelagnum bera seg rætt at og gera tað besta fyri samfelagið.

Men tað sýnist mangan sum um, at tað, føroyska pressan fæst við eru smámal og populerar sølusøgur. Tað er tí ein spurningur um vit ikki heldur ikki áttu at brúkt kreftirnar uppá kjak um hvussu loysa vit kreppuna, hvønn veg stýra vit samfelagnum og hvar leggja vit kreftir í at beina okkara búskap á røttu kósina.

Tað eru mong ár síðani, at tað var frammi í kjakinum í Føroyum, at samfelagið hevði brúk fyri fleiri beinum at standa á. Tá bleiv sagt, at umleið 95 prosent av okkara útflutningi var fiskur og fiskavørur. Tosað var tá sera nógv um KT-vinnuna, ferðamannavinnuna og oljuvinnuna. Hóast nú eru runnin eini 20 ár síðani hetta kjakið tók seg upp av álvara, segði onkur skemtandi fyri stuttum, so eru 96 prosent av útflutningi okkara fiskur og fiskavørur ídag.

Vit vita, at føroyingar duga at fáast við fisk og fiskavørur, so hví ikki leggja enn størri dent á at menna hesa okkara útflutningsvøru, ið hevur verið og er gull verd fyri føroyska samfelagið?

Prísirnir á fiskavørum eru rapaðir í seinastuni. Menn eru stórliga bangnir fyri línuskipunum, og tosað verður um, at fleiri teirra hava hug at leggja um og fara sum vaktarskip í oljuvinnuna. Útróðrarbátarnir siga, at tað loysir seg ikki at loysa eftir 5000 pundum av toski, tí prisurin er so vánaligur og hjá trolarunum í Barentshavinum frættist um prísir, sum eru farnir úr 40 krónum fyri kilo og niður í 23 krónur fyri kilo.

Tað er klárt at her er vandi á ferð, tá grundarlagið undir samfelagnum hjá okkum er um at smokka saman, og tí er spurnignurin um kanónirnar venda rætt, tá høvuðsstaðarpressan øll sum hon er nærum bert brúkar kreftir uppá sparingar á almenna økinum og sogar undirstrikar, at ein næmingur á Fróðskaparsetrinum nú ikki veit síni livandi ráð. 

Hava vit ikki ráð til tað sama, sum tá fiskaprísirnir vóru dupult so høgir sum ídag og fiskurin samstundis stendur fyri nógv stórsta partinum av útflutninginum, so er tað vælsagtans ikki so undarligt.