Í føroyskum fótbólti síggja vit nærum á hvørjum ári, at lið skifta venjarar. Hjá summum eydnast tað væl, meðan vit eisini hava nógv dømir um, at venjarar hava trupult við at fáa úrslit, tá teir taka yvir mitt í einum kappingarárið. Men hesir hava seinni víst seg sum frálíkar venjarar.
Í føroyskum fótbólti síggja vit nærum á hvørjum ári, at lið skifta venjarar. Hjá summum eydnast tað væl, meðan vit eisini hava nógv dømir um, at venjarar hava trupult við at fáa úrslit, tá teir taka yvir mitt í einum kappingarárið. Men hesir hava seinni víst seg sum frálíkar venjarar.
KÍ venjarin Eyðun Klakstein tók yvir sum KÍ venjari mitt í hesum kappingarárinum. Úrslitini hava ikki verið góð, har vit skuldu heilt til 25.umfar fyri at finna fyrsta sigurin. KÍ venjarin hevur sáttmála til næsta ár. Í slíkum føri stingur kjak seg altíð upp um, at líknandi úrslit fara at halda fram næsta ár. Men har hava vit seinnu árini sæð, at nakrir av venjarunum við bestu úrslitunum í ár áður hava havt trupult við at fingið úrslit, tá teir hava tikið yvir mitt í einum kappingarárið. Vit fara niðanfyri at vísa á trý dømir um venjarar við góðum úrslitum í Effodeildini 2013, sum áður hava roynt at tikið yvir mitt í einum kappingarári uttan úrslit.
Oddbjørn Joensen
Venjarin hjá meistarunum úr HB tók yvir hjá KÍ í 2005 eftir Ova Flindt- Bjerg. Hann var venjari í 20 dystum. 5 sigrar, 2 javnleikir og 13 tap bleiv tað til.
Sigfríður Clementsen
Tók yvir í HB í 2011 og var venjari í 15 dystum í Effodeildini. Av hesum eydnaðist bara at vinna 3 dystir, meðan 9 dystir blivu taptir. Árið eftir helt hann fram í HB, sum tá fekk hann eina eyðsýnda framgongd við at koma á 3.pláss. Sigfríður er venjarin við bestu úrslitunum í 2014 við 24 stigum í 11 dystum fyri Víking.
Sámal Erik Hentze
Sámal Erik Hentze hevur í ár staðið fyri kanska størsta bragdinum, tá hann hevur ført AB á eitt flott 7. pláss eftir at liðið annars einans hevði 2 stig eftir 11 umførum og sum uppflytari var mettur at vera ein av favorittunum at flyta niður undan kappingini. Í 2010 tók Sámal Erik yvir í AB. Hann var venjari í 10 dystum í Effodeildini, har liðið vann 1 dyst og tapti 8. AB valdi at halda fram við honum og tað angra teir ikki í dag.




