Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Venjaraskiftið í ÍF

Jákup Ósá

Nú er greitt, at ársins fyrsta venjaraskiftið er veruleiki.

Nú er greitt, at ársins fyrsta venjaraskiftið í Effodeildini er veruleiki. 

ÍF skrivar soleiðis á síni heimasíðu:

At fótbóltur er ein ítróttur, ið er tengdur at úrslitum, hevur mangan havt fylgjur við sær. Bæði positivar og negativar fylgjur. Í kvøld mugu vit tíverri boða frá, at samstarvið við venjaraparið hjá fremsta mansliðnum hjá okkum, Jákup Mikkelsen og Olgar Danielsen, er endað. Samstarvið er endað í sátt og semju við allar partar, og skulu vit nýta høvið at ynskja teimum góða eydnu víðari. Somuleiðis vilja vit takka teimum báðum fyri samstarvið, ið vit hava havt við teir, ta tíðina teir hava verið hjá okkum.

Jákup hevur verið knýttur at felagnum síðan 2010, har hann kom til sum leikari. Fyrrverandi landsliðsmálverjin spældi við okkum til og við 2014, tá hann endaði sína yrkisleið sum leikari. Síðan tá hevur hann verið knýttur at felagnum í leikluti sum venjari.

Olgar kom til sum hjálparvenjari áðrenn kappingarárið í ár fór av bakkastokki.

Vit boða frá, tá nýtt venjaratoymi verður sett.