Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Venjaraspurningurin á Skála ikki viðgjørdur enn

Jákup Ósá

Tað ljóðar í leysasøgum, atvenjaraskiftið er uppá tal á Skála, men har er støða ikki tikintil venjaraspurningin enn, sigur Kaysten Rasmussen, sum hevur ábyrgd av Effoliðnum.

– Vit hava ikki viðgjørt spurningin.Sjálvur fari eg úr leiðsluni seinni í hesum mánaðinum, táaðalfundur verður, so tað verður helst ein nýggj leiðsla, sumkemur at taka støðu til venjaraspurningin, sigur Kaysten Rasmussen,sum hevur havt ábyrgd av besta liðnum hjá Skála í ár.

Skála endaði í fjør sum uppflytari á 8. plássi, men heili 8 stig frá niðurflyting, sum mong hildu vera eitt flott úrslit. Skála liggur eisini á 8. plássi í løtuni, 4 stig umframt munandi betri málmun frá niðurflyting. Stigini kundu verið fleiri, tí Skála hevur mist nógv stig seinastu løtuna og annars hava dystirnir hjá Skála verið sermerktir av, at teir hava verið spennandi. Bara tvær ferðir av teimum 20 dystunum hevur meir enn eitt mál verið á muni í dystum, har Skála hevur verið annar parturin. Tað var eitt 2-0 tap í Trongisvági móti TB/FC Suðuroy/Royn og eitt 4-0 tap í Norðragøtu móti Víkingi. Tað er kanska ikki óhugsandi, at úrslitini seinastu umførini fáa týdning fyri framtíðina hjá Paula Poulsen sum venjara hjá Skála.