NSÍ hevur tikið støðu til. hvør skal venja besta liðið felagsins næsta ár.
NSÍ hevur tikið støðu til. hvør skal venja besta liðið felagsins næsta ár.
Anders Gerber og NSÍ skrivaðu í gjár undir ein nýggjan sáttmála. Tað merkir, at Gerber eisini er høvuðsvenjari hjá NSÍ í 2017, skrivar NSÍ á heimasíðu sínari.
– Vit eru sera væl nøgd við venjaran. Hann leggur stóra orku í at menna felagið, bæði elitufótbóltin og felagið annars, sigur ítróttarstjórin Eyðstein Skipanes.
Familjan er nú flutt úr Danmark til Glyvrar, og tey vera búsitandi her í minsta lagi til kappingarenda í 2017.
– Gerber (sum hann vanliga verður róptur) kemur at skipa fyri venjingum í vetur. Bæði fyri effo-hópinum, 1. deild og teimum yngru liðunum, heilt niður til U14. Tað er sjálvandi ymiskt, hvussu ofta liðini venja. Hetta er ein liður í allatíðina at royna at menna fótbóltin í NSÍ, og Gerber er heilt sikkurt rætti maðurin til uppgávuna, sigur Eyðstein at enda við heimasíðuna hjá NSÍ.
NSÍ liggur í løtuni á 3. plássi í Effodeildini við 30 stigum fyri 16 dystir.




