Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Venjaraspurningurin hjá KÍ komin í drag

John William Joensen

Hóast tað ikki er óvanligt at avgerðin við at seta venjara dregur út, so má sigast at hetta kann fáa óhepnar fylgir fyri KÍ

Tað er nú einaferð soleiðis at tað er høvuðsvenjarin, sum myndar felagið og sum dregur leikarar til eitt felag, og tað at KÍ ikki enn hevur sett høvuðsvenjaran, kann skapa ein ávísan ótryggleika kring felagið.
Venjingin hjá fyrstu deild byrjar jú longu fyrstu vikuna í Januar, og tí má venjaraspurningurin ikki gerast jólatrøll.
Men hinvegin, er tað sum sagt ikki nakað óvanligt at tað kann draga út at fáa sett nýggjan venjara, men sum støðan er í dag skullu feløgini jú eisini út at gera avtalur við leikarar.
 
Arbeiða við málinum
Leiðslan í KÍ hevur arbeitt miðvíst við venjaraspurninginum í longri tíð, og um vikuskiftið gekk leiðin so til Keypmannahavn.
Mánadagin fundaðust formaðurin í KÍ, Gestur Hovgaard, og formaðurin í fótbóltsdeildini, Markus Tummas Jacobsen, við nøkur møgulig venjara evni, men heimafturkomnir vilja teir ikki siga tað stóra.
– Vit høvdu nakrar áhugaverdar fundir við nakrar persónar, sum vit meta verða áhugaverdar.
– Men tað er greitt at vit skulu tosað meiri saman áðrenn við fáa eina avtalu í lag. Viðkomandi persónar kunnu ikki leypa til Klaksvíkar frá degi tíl dags, teir hava jú eitt bakland sum teir skulu hava við sær, og tí ganga helst nakrir dagar til við hava ein venjara, staðfestur Gestur Hovgaard.
 
Tosað við leikararnar
– Vit eru komnir longri, og vit vóna at tað verða komnir á mál um ikki alt ov langa tíð, men tað eru sjálvandi tveir partar tá samráðst verður og tí er tað ikki einans vit sum avgerða nær ein avtalað kemur í hús.
– Vit hava tosað við fleiri leikara og vit hava avtalur við leikarar um ymisk ting, men leikararnir eru sjálvandi eisini í bíðustøðu, tí teir vilja sjálvandi vita hvør verður venjari komandi ár, sigur formaðurin í fótbóltsdeildini, Markus Tummas Jacobsen, í viðmerking.